1. ALMENNAR UPPLÝSINGAR


P/F Waag
Undir Krákugjógv 19
FO-100 Tórshavn

Telefon: +298 313666
Email: [email protected]       


2. PRÍSIR OG GJALD

Allir prísir eru í DKK inkl. MVG, um annað ikki er tilskilað.

Gjaldast kann við hesum gjaldskortum: Visakort og Mastercard

Upphæddin verður trekt tá vøran verður send/avheintað.

Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, útseldum vørum og tastivillum.


3. BÍLEGGING OG TÆNASTUR

Á dekksøluni hjá Waag kanst tú keypa dekk og felgur.

Tá bílagt verður, skulu neyðugar upplýsingar gevast, so sum navn, telefonnummar og teldupost.

Ein bíleggingarváttan verður send á upplýstu teldupostadressu.

Um vøran ikki er á lagur, seta vit okkum í samband við kundan.


4. LEVERING / AVHEINTAN

Vørur kunnu:

  • sendast við POSTA ella øðrum flytifelag
  • avheintast hjá Waag

Veitingartíðin kann vera ymisk alt eftir vøruslagi og veitarum.

Bíleggingin verður send við galdandi post- og avgreiðslugjøldum.


5. IÐRANARRÆTTUR

Sum kundi hevur tú 14 dagar iðranarrætt, tá tú keypir vørur á netinum, sambært galdandi lóg.

Iðranarrætturin er treytaður av, at vøran:

  • ikki er tikin í nýtslu
  • er í upprunaligum pakningi
  • er í sama standi sum við móttøku

Kundin rindar sjálvur fyri útreiðslur í samband við aftursending.

Iðran skal fráboðast til [email protected] í seinasta lagi 14 dagar eftir móttøku av vøruni.

Vøran skal sendast til:

Waag bilar
Undir Krákugjógv 19
100 Tórshavn


6. REKLAMATIÓN

Sambært keypilógini hevur tú 24 mánaðar reklamatiónsrætt.

Hetta merkir, at tú kanst fáa:

  • umvæling
  • umbýti
  • avsláttur
  • pengarnar aftur

treytað av støðuni. Tað er krav, at reklamatiónin er røtt, og at mangulin ikki er orsaka av skeivari nýtslu ella aðrari skaðiligari atferð.

Reklamatión skal gerast í rímuligari tíð eftir, at mangulin er staðfestur.

Tá tú sendur vørur aftur, verður tú vinarliga biðin um at lýsa trupulleikan, so neyvt sum gjørligt.

Um reklamatiónin er røtt, veitir Waag endurgjald fyri rímiligar fraktútreiðslur.


8. PERSÓNDATAPOLITIKKUR

Tá bílagt verður, hava vit tørv á hesum upplýsingum:

  • Navn
  • Bústað
  • Telefonnummar
  • Teldupost

Upplýsingarnar verða einans nýttar til at avgreiða bíleggingina og veita kundatænastu.

Upplýsingarnar verða ikki seldar ella givnar víðari til triðja part.


9. KLAGUR

Ynskir tú at klaga um títt keyp, kanst tú seta teg í samband við: [email protected]

Um tað ikki eydnast at finna eina loysn, kanst tú venda tær til viðkomandi brúkaraumboð.